Nú er næsta bylgja av korona við at taka seg upp

Pál Weihe, professari í fólkaheilsufrøði, sigur, at vit skulu fyrireika okkum upp á, at Korona fer at raka okkum aftur í heyst - men kanska verður tað longu í summar

Nú er ein nýggj bylgja av korona við at taka seg upp. Í Suðurevropa eru fleiri tilburðir og eisini í Danmark er talið á tilburðum veksandi. Og Pál Weihe, professari í fólkaheilsufrøði, sigur, at eisini vit í Føroyum skulu vera klár.

 

Tað er serliga í Portugal, at korona aftur er farið at ganga og tað, sum granskarar serliga hefta seg við, er, at hetta vísir, at korona kann eisini breiða seg um summarið, hóast stórur partur av fólkinum er koppsett. Annars hevur verið mett, at um summarið skuldi verða friður, tí tá eru vit nógv úti og virus smittar ikki so skjótt.

 

Korona sum gongur nú, eru tveir nýggir variantar av omikron, BA-4 og BA-5, og tað sær út til, at hesir nýggi variantarnir smitta upp aftur verri enn tann omikron-varianturin, sum gekk í vetur. Fyribils benda úrslitini á, at tað er ikki nøkur serlig verja, at fólk hava havt korona áður og tað vísir seg eisini, at koppsetingarnar, vit hava fingið verja heldur ikki heilt so væl - men tær verja okkum kortini væl ímóti at verða illa sjúk.

 

Men í øðrum londum sita granskarar nú og útvega sær so nógvar upplýsingar sum gjørligt fyri at brynja okkum til at taka ímóti hesi nýggju bylgjuni og fyri at fáa meiri vitan um, hvussu vit skulu verja okkum. Og í Danmark siga serfrøðingar, at vir skulu fyrireika okkum upp á eina bylgju í heyst - kanska longu seinni í summar.

 

Pál Weihe sigur, at eisini vit í Føroyum skulu verða fyrireikað upp á at hendan nýggja bylgjab eisini fer at raka okkum. Tað hevði ikki komið óvart á hann um hendan bylgjan kom í heyst, men hann hevur vónir um, at ganga frí í summar.

 

– Vit skulu avgjørt verða fyrieikað upp á, at koma í eina støðu aftur í heyst og í vetur, har tað verður neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at avmarka ymiskt virksemi, sigur Pál Weihe. Hann væntar tó ikki undir nøkrum umstøðum, at vit koma aftur í ta støðu, at alt samfelagið verður lagt lamið aftur, sum tað var í fyrstuni, og aftur í vetur.

 

Men fyribils heldur hann avgjørt, at vit skulu halda summarið, sum vit høvdu ætlað, uttan at setast aftur upp á grund av koronu. Tá ið næsta bylgja kemur, eru vit nógv betri fyri at berja hana niður aftur, tí nú hava vit royndir at byggja á. Og vit skulu ikki hugsa um tiltøk fyrrenn bylgjan hevur rakt okkum, tí nú vita vit, hvussu vit skulu gera og sostatt kunnu tiltøk verða sett í verk í eini handavending, leggur hann afturat.

 

Samstundis heldur hann, at tað er hugsandi, at koppingarevnið kann lagast til, og at vit skulu koppsetast aftur í heyst.

 

– Vit hava merkt lítið til koronu í summar. Men tað merkir ikki, at korona er av, tí tað verður tað ikki, so leingi ein stórur partur av heiminum ikki er koppsettur, staðfestir Pál Weihe. Tí eru tað eisini granskarar, sum eru vísir í, at korona verður afturvendandi gestur í eina tíð afturat.

 

Tey, sum fáa koronu nú, eiga at bera seg at sum um tey høvdu fingið influensu. Tað merkir, at tey eiga ikki at amast upp at øðrum fólki, tey eiga at ansa væl eftir fólki, sum eru gomul og ússalig, og tey eiga ikki at fara til arbeiðis, men at halda seg heima til tað er yvirstaðið.