Lionel Messi var sáttmálabundin við FC Barcelona fram til 31. juni. Hann er í dag sáttmálaleysur, men nógv bendir á, at hann verður at síggja í FC Barcelona komandi tvey árini.
Hann er í løtuni í Suðuramerika og spælir Copa America við Argentina, ið er komið í fjórðingsfinaluna. 34 ára gamli bóltsnilligurin væntast at skriva undir nýggjan sáttmála, so skjótt La Liga og myndugleikarnir hava fingið vissu fyri, at felagið megnar at rinda lønina hjá honum.
FC Barcelona hevur verið í bæði stjórnarkreppu og fíggjarligari kreppu. Nýggjan leiðslan hevur tó – at síggja til – fingið tamarhald á støðuni. Eitt nú ynskir Lionel Messi ikki longur at skifta, og arbeitt verður við at umskipa skuldina, so hon ikki ávirkar komandi kappingarár ov nógv.
– Vit ynkja at hann skal halda fram í felagnum, og Lionel Messi ynskir somuleiðis at halda fram, men vit hava avbjóðingar við financial fair play. Vit royna at finna bestu loysnina fyri báðar partar. Eg vildi ynskt, at eg kundi sagt at hann við vissu heldur fram, men tað kann eg ikki, sigur Joan Laporta, forseti í FC Barcelona.











