Nú er Martin »gift ved første blik«

– Nú er tað ikki loyniligt longur, eri Gift Ved Første Blik

 

Soleiðis skrivar Martin Dirch Brodersen á Facebook í kvøld.

Í gjár skrivaðu vit um »kenda havnarmannin«, Martin Dirch Brodersen, sum er við í næstu sendirøðini hjá DR, »Gift ved første blik«, sum byrjar á DR1 hósdagin.

– Eg havi meldað meg til fyri at finna »den eneste ene«. Tað er rættiliga gott at vera tvey.

Sum børnini eru vorðin vaksin, havi eg fingið hug at deila nakað við eini aðrari aftur.

 

Lesið eisini: Kendur havnarmaður við í »Gift ved første blik«

– Eg havi gloymt meg sjálvan í nógv ár og tí havi eg meldað meg til. Hví ikki royna møguleikan. Kanska er eydnan har, skrivar Martin Dirch Brodersen á Facebook.

– Vóni tit fylgja mær í míni/okkara ferð í hesi roynd. Fari at deila meira um ævintýr okkara, tað sum ikki verður víst í sjónvarpi, skrivar hann.

 

##med2##

 

Sí trailara frá DR

 

##med3##

##med4##