Nú er Magellan á føroyskum

Bók um kendan sjófarara er týdd til føroyskt

Portugisiski rannsóknarmaðurin Ferdinand Magellan er ein av heimsins kendastu sjófarum – hann sigldi sum tann fyrsti av øllum frá Atlantshavi til Kyrrahav og stóð á odda fyri fyrstu sjóferðini at sigla kring allan knøttin, tó at hann læt lív á ferðini.

 

Magellan (1480-1521) var føddur í Portugal. Hann var aðalsmaður. Portugisiska navn hansara var Ferñao de Magalhães. Hann var sjómaður, sigldi millum Vestindisku oyggjarnar 1505-1512. Hann og vinmaður hansara Faleiro vóru sannførdir um, at onkur leið var til kryddoyggjarnar, um tú sigldi vestureftir frá Evropa.

 

Carlos I, seinni Karl fimti, fíggjaði ferðina. Magellan við monnum sínum fór úr Spania 10. septembur 1519 við 5 skipum og 285 monnum. Teir komu aftur 6. september 1521 við einum skipi, 18 monnum og ongum Magellan, sum doyði á Filipsoyggjum.

 

Antonio Pigafetta skrivaði dagbók á ferðini. Bókin er kelda til ófatiliga nógvan kunnleika um hesa ferðina og londini, teir komu til.

 

Teir 18 menninir, sum kom afturíaftur vóru teir fyrstu at sigla kring allan knøttin og høvdu prógvað, at jørðin var eingin fløta.

 

Eysturríkski rithøvundurin Stefan Zweig hevur skrivað kenda bók um Magellan, og nú kemur hon út á føroyskum máli. Knút Olsen týddi, og Sprotin gevur út.