Nú er Løgtingið kallað saman at steðga verkfallinum

Løgtingið er boðsent klokkan 13 í morgin at viðgera verkfallið

Nú er endaliga avgjørt, at Løgtingið verður kallað saman klokkan 13 í morgin, leygardagin, at steðga verkfallinum, sum annars hevði lagt Strandferðsluna lamna í seinnapartin í morgin.

 

Jógvan á Lakjuni, tingformaður, sigur við in.fo, at hann beint nú hevur fingið áheitan frá løgmanni um at kallað løgtingið saman at viðgera støðuna.

 

Hann hevur nú biðið umsitingingina í Løgtinginum geva øllum tinglimum boð at møta á Løgtingið

 

Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið hava annars boðað frá, at verkfall verður klokkan 17 í morgin og sostatt høvdu øll skipini hjá Strandferðsluni verið løgd tá.

 

 Jógvan á Lakjuni sigur, at skal tingið kallast saman í morgin, má fráboðan koma um tað í kvøld, tí tinglimir mugu hava ein ærligan møguleika at lukkast til Havnar.

 

Høvuðstrupulleikin er at nýggjar reglar føra við sær, at manningin skal hava longri hvílitíð, ella styttri arbeiðstíð.

 

Sum tað hevur verið, hava manningarnar skula havt 70 tíma hvíld um vikuna, men nú skulu teir hava hvíld í 78 tímar.

 

Hetta eru altjóða reglar og tí hava manningarfeløgini kravt, at tað verður sett í verk, uttan at yvirmenninir missa løn.