Nú er leiguavtala gjørt um Sjóvinnuhúsið

Mentamálaráið og Tórshavnar kommunu eru nú komin ásamt um høvuðsinnihaldið í eini avtalu um Sjóvinnuhúsið. Kunnandi fundur hevur verið við vinnuna á Vestaru Bryggju í dag seinnapartin.

 

Hesum  boðaði Tórshavnar býráð frá fyri løtu síðani.

 

Sambært avtaluni leigar Mentamálaráðið 60% og vinnan 40% av Sjóvinnuhúsinum.

 

– Talan er um nýhugsan í føroyskum høpi, tí talan er um eina ætlan, har vinna, vitan og íverksetan ganga hond í hond, skrivar Tórshavnar býráð, sum skrivar víðari:

 

»Ætlanin er at fáa gagnnýtt vitanartilfeingið optimalt, herundir vinnu- og tilfeingisgransking, og at hetta verður gjørt í tøttum samstarvi millum allar partar í húsinum.

 

Ynskið frá kommununar síðu er at fáa nýtt virksemi at blóma í býnum, tí er íverksetanarhúsið Hugskotið ein spennandi partur av ætlanini.

 

Samstundis verður ein stór avbjóðing í sambandi við hølistrupulleikarnar hjá Fróðskapanarsetrinum loyst.

 

Sjóvinnuhúsið kann sostatt gerast ein kraftdepil í høvuðsstaðnum, har vinna, vitan og vøkstur ganga hond í hond«.