Nú er lættari hjá útlendingum at koppsetast í Føroyum

Nú eru enn fleiri avmarkingar tiknar burtur

Nú verður uppaftur lættari hjá útlendingum at verða koppsettir fyri korona í Føroyum. Kunngerðin um koppseting er nevniliga broytt, so at enn fleiri avmarkingar eru tiknar burtur.

 

Higartil hevur tað verið so, at útlendingar kundu verða koppsettir í Føroyum. Men treytin var, at teir skuldi hava verið her í minst 14 dagar, og teir skulu ætlað at vera í Føroyum í minst ein mánað. Men tað bar tó ikki til at koma til Føroyar bara við tí endamáli at verða koppsett.

 

Tummas í Garði, sum er í koppsetingarbólkinum, sigur, at hendan ásetingin elvdi til nakað av trupulleikum, eitt nú fyri útlendingar, sum sigldu við føroyskum skipum. Teir steðga sjáldan í Føroyum í tvær vikur í senn, og sostatt bar at kalla heldur ikki til hjá teimum at verða koppsettir.

 

Tummas í Garði sigur, at hetta stavaði eisini frá eini tíð tá ið tað var trot á koppingarevnum og tí var endamálið at forða fyri eini koppsetingar-ferðavinnu til Føroya. Tað er ikki støðan longur, tí nú er nokk av koppingarevni allastaðni, eisini í Føroyum, og tí er eingin vandi fyri eini koppsetingar-ferðavinnu til Føroyar. Tvørturímóti hava vit nokk av koppingarevni so nú ræður bara um at fáa so nógvar armar, sum gjørligt, at sproyta.

 

Tí er kunngerðin um koppseting nú broytt, at øll sum koma til Føroya, kunnu verða koppsett, sama hvussu leingi tey verða her og sama, hvørji ørindini eru.