Nú er klárt hjá Føroyingum at hýsa HM í estetiskum fimleiki.
Ætlanin hevur verið, at Føroyar skulu hýsa HM í estetiskum fimleiki í døgunum 4. til 8. juni í ár.
Fimleikararnir siga, at hetta verður størsta ítróttartiltakið, sum hevur verið í Føroyum og tað koma eini 700 fimleikarar higar, umframt viðhaldsfólk.
Kappingin og øll gisting verður í Havnini.
Kappingarnar og venjingar vera í Høllini á Hálsi, í Fimi og í Gundadalshøllini og tí er neyðugt at gera ymsar broytingar, umframt at ymisk útgerð skal útvegast.
Tilsamans fara broytingarnar at kosta 379.000 krónur og á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti býráðið einmælt at lata hesa upphæddina í stuðuli.
Av teimum skulu 99.000 krónur brúkar til at leiga høllina, Fimi, og Høllini á Hálsi.
Harumframt verður mælt til, at 280.000 krónur til at at keypa tveir skíggjar og at ger áskoðarapláss til kappingina.
Somuleiðis skulu 100.000 krónur brúkast til eitt kappingargólv.
Býráðið sigur, at við hesum gólvinum hevur høllin eisini eitt kappingargólv til hondbólt, flogbólt, badminton, borðtennis og fimleik.
Les eisini: nú er klárt at taka ímóti HM í estetiskum fimleiki