Nú er klárt á Argjum

Alt bendir á, at bólturin fer á rull klokkan 15

Á Argjum fóru bæði spælarar og dómarabólkur undir upphitingina í tjúkkum mjørka. Tá vóru boðini frá dómaranum, Peturi Reinert, at líkindini skuldu broytast munandi, um tað skuldi verða hugsningur um at bríksla fyri dystarbyrjan klokkan 15.

 

Nú eru líkindini á Argjum góð. Mjørkin lætti, og tað sást heilt væl úr øðrum endanum av vøllinum og í hin. So eftir øllum at døma bresta AB og TB saman klokkan 15.