Nú er kapping um breiðasta breiðbandið

Telefeløgini bæði kappast nú um munandi skjótari breiðbandshald til privatkundar

Telefeløgini bæði kappast nú um munandi skjótari breiðbandshald til privatkundar

 

Mánadagin bjóðar Føroya Tele skjótari breiðbandshald. Størsta haldið er meira enn tvífalt so skjótt sum skjótasta haldið í dag – skjótasta ferðin er upp til 50 Mbit.

 

– Við nýggju haldunum nøkta vit tørvin hjá stórbrúkaranum. Serliga tað at síggja filmar umvegis internetið hevur kollvelt nýtsluna, og tí er kravið hægri ferð, um góðskan skal vera á einum høgum støði, sigur Jan Mortensen, privatkundastjóri á Føroya Tele.

 

Breiðbandshaldini, sum Føroya Tele bjóðar privatkundum, eru nú:

 

10/1 Mbit sum kostar 449 krónur

20/2 Mbit sum kostar 479 krónur

40/4 Mbit sum kostar 499 krónur

50/5 Mbit sum kostar 529 krónur

 

Nýggi stjórin á Føroya Tele, Jan Ziskasen, sigur í tíðindaskrivinum frá Frøoya Tele, at hetta tilboðið er eitt fet inn í framtíðina, har tey lækka prísin og skrúva ferðina upp. Hann hevur búð í USA og har sæð eina skjóta og stóra menning innan fjarskifti.

 

– Tær fyritøkur, sum ikki megna at fylgja rákinum, hvørva, sigur hann.