Nú er ísur í gamla Kommunuskúlagarðinum

Tað verður seinnapartin í dag klokkan 15:30, at jólatræið verður tendrað og at skoytivøllurin letur upp. Hóast tað avgjørt ikki er dýrdarveður í dag, so er vøllurin kortini frystur, so skoytast kann á honum dag, hóast tað bæði er vindur og regn í høvuðsstaðnum í dag.

 

Hetta er fjórða árið, at Tórshavnar kommuna hevur ísvøll. Fyrstu tvey árini var hann á Skálatrøð, men hendan eins og síðsta vetur er hann í gamla Kommunuskúlagarðinum. Hesaferð er hann tó eitt sindur størri og røkkur út á hálvan vegin yvir móti kioskini hjá Astu.