Í dag doyggja vit av heilt øðrum orsøkum enn vit doyðu av fyri nøkrum árum síðani. Og tað er bæði galdandi fyri menn og kvinnur. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Sum heild eru tað nógv færri, sum doyggja av hjartasjúkum og æðrasjúkum nú enn tað gjørdi fyri bara einum 20 árum síðani.
Annars er krabbamein ein av vanligastu deyðsorsøkunum, men har gongdin heilt øðrvísi hjá monnum enn hon er hjá kvinnum. Deyðatalið hjá monnum av krabbameini er nevniliga nógv størri nú enn tað var fyri einum 20 árum síðani - men hinvegin eru tað munandi færri kvinnur, sum doyggja av krabbameini nú enn tað gjørdi í 2000.
##med2##
Fyri 20 árum síðani vóru tað í størstan mun hjartasjúkur og ærðasjúkur, sum tók lívið av føroyingum, men deyðatalið av hesum sjúkunum er munandi minkað, bæði hjá kvinnum og monnum. Í roynd og veru er deyðatalið av hjartasjúkum og æðrasjúkum ikki meiri enn gott helvtin av tí tað var fyri bara 20 árum síðani.
Hjá mannfólki er tað nú krabbamein, sum er nógv tann vanligasta deyðaorsøkin, men hinvegin doyggja kvinnur av øllum møguligum øðrum sjúkum.
##med3##
Men tær vanligastu deyðsorsøkirnar eru framvegis tær stóru fólkasjúkurnar, krabbamein, hjartasjúkur og æðrasjúkur. Av teimum 363 fólkunum, sum doyðu í 2020, doyðu 167 fólk, ella 46 prosent krabbamein og hjartasjúkum og æðrasjúkum.
Av teimum 348 fólkunum, sum doyðu í 2000, vóru tað 227 fólk, ella 65 prosent, sum doyðu av krabbameini og hjartasjúkum og æðrasjúkur. Í 2000, doyðu 35 prosent av teimum, sum doyðu, av sjúkum í tí bólkinum, sum eitur aðrar orsøkir, men nú eru tað yvir 50 prosent. Eitt yvirlit yvir tær deyðsorsøkirnar er aftast í greinini.
##med4##
Á myndini niðanfyri er deyðatalið fyri krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur roknað fyri hvørji 1.000 fólk. Tað gevur eina rættari mynd av støðuni, tí fólkatalið veksur alla tíðina.
##med5##
Her sæst týðiliga at deyðatalið hjá mannfólki av krabbameini er øktur úr 1,7 fyri hvørji 1.000 mannfólk til 2,2, ið má sigast at vera ein munandi vøkstur. Samstundis er deyðatíttleikin hjá konufólki av krabbameini minkaður úr 1,9 fyri hvørji 1.000 konufólk niður í 1,3, sum hinvegin má sigast at vera ein munandi minking.
Hjá báðum kynum sæst stór minking í deyðatíttleikanum av hjarta- og æðrasjúkum, har títtleikin í 2020 er farin niður um helvtina av tí, hann var 20 ár frammanundan.
##med6##