Tað er ein øgilig kapprenning um at sleppa undan tveimum teimum aftastu plássunum og harvið vandanum fyri at flyta niður úr næstbestu deildini.
Seinnapartin hevði HB vitjan av Víkingi. HB hevði 22 stig og er við í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, og Víkingur hevði 33 stig og er við í kappingini um heiðursmerkjapláss.
Tað endaði 3-3, eftir at HB í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-1. Hetta úrslitið saman við hinum í dag ber við sær, at HB nú er á niðurflytingarplássi. HB hevur 23 stig og er næstaftast. FC Suðuroy er aftast við 20 stigum. FC Suðuroy fer annan sunnudag at spæla útsettan dyst ímóti AB.
Jákup L. Thomsen skoraði tvey HB mál í dag. Hann setti hol á longu í fjórða minutti, tá ið Gilli Róason átti uppleggið. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki svaraði Víkingur aftur og javnaði til 1-1. Málskjútti var Rani Hansen, og Ingi Jonhardsson átti uppleggið.
Í síðsta minutti undan steðginum var Jákup L. Thomsen aftur upp á spæl. Tá var tað hann, sum átti uppleggið, og tað var Leivur Fossdal Guttesen, sum skoraði málið.
Seks minuttir eftir steðgin javnaði Víkingur til 2-2. Bergur Jákupsson Poulsen var málskjútti, og Jákup Andrias Thomsen átti uppleggið.
Eitt stórt korter eftir steðgin var Jákup L. Thomsen aftur upp á spæl fyri triðju ferð. Hann skoraði til 3-2, og Ejvind R. Mouritsen átti uppleggið.
Hesaferð helt HB leiðslan bara í ein minutt. So svaraði Víkingur aftur. Málskjútti var Aron Jarnskor Ellingsgaard, og aftur var tað 18 ára gamli Bergur Jákupsson Poulsen, sum átti uppleggið.
Víkingur er á triðja plássi við 34 stigum – eitt fleiri enn NSÍ og eitt færri enn AB.
11. september fær Víkingur vitjan av KÍ, og 12. september fer HB at spæla á Argjum.