Nú er HB einasta hóttanin

Heimasigur í báðum toppdystunum í Gundadali er einasti møguleiki fyri, at tað aftur kann verða spenningur um FM

Tað skal óvanliga nógv venda øðrvísi 30. oktober, enn tað ger nú, um KÍ og Mikkjal Thomassen ikki fara at taka ímóti FM steypi og gullkrónum, tá ið KÍ leygardagin 30. oktober í síðsta umfari fer at spæla í Sarpugerði ímóti Víkingi

Um spenningur skuldi verða um oddasessin, so var tað avgerandi, at Víkingur vann fulla úrtøku í Klaksvík í dag, og hjá KÍ var tað eingin skandala, um tað endaði javnt.

 

Soleiðis ljóðaði undan hesum umfarinum.

 

KÍ spønaði Víking sundur og saman, og 3-0 heimasigurin ber við sær, at møguleikin hjá Víkingi at vinna FM er burtur. Víkingur fær í 27. og síðsta umfari, sum verður leygardagin 30. oktober, vitjan av KÍ. Nú eru tað 10 stig millum hesi bæði liðini, ið eru tey ovastu á stigatalvuni, og tað er einki, sum á nakran hátt bendir á, at støðan um 10 umfør skal síggja soleiðis út, at Víkingur hevur vunnið 10 stig og munin í málmuni inn á KÍ. Málmunurin hjá klaksvíkingum er 66 – 4 ella +62, og hjá Víkingi er málmunurin 35 – 17 ella +18.

 

HB er á triðja plássi við 33 stigum. Tað eru fýra stig fram til Víking og 14 stig fram til KÍ. HB hevur spælt 15 dystir ella tveir dystir færri enn KÍ og Víkingur. Tað vil siga, at tað er møguleiki hjá HB at vinna seg framum Víking, tá ið útsettu dystirnir ímóti B36 og ÍF eru spældir.

 

HB eigur tveir dystir á heimavølli ímóti KÍ. Tann fyrri verður mikukvøldið í næstu viku – 18. august – og um tað yvirhøvur skal vera nakar sum helst spenningur um FM heitið, so skal HB vinna tann dystin og eisini tann seinna ímóti KÍ, sum verður mikudagin 20. oktober. HB hevur verið væl fyri síðani venjaraskiftið, men tað er ikki vist, at tað verður nóg mikið hjá HB at endurvinna FM við fullari úrtøku í tveimum dystum ímóti KÍ og í øllum hinum 10 dystunum, sum greipuvinnararnir skulu spæla frá mikukvøldinum í næstu viku og fram til leygardagin 30. oktober.

 

Hóttanin er lítil og eingin, men KÍ spælararnir tosa ikki um FM:

 

-Vit savna okkum um næsta dyst, og tað er hugaligt, tá ið tað gongur væl, men enn er langt á mál, segði Árni Frederiksberg hjá KÍ eftir heimasigurin ímóti Víkingi í dag.

 

So er tað upp til onnur at rokna út, hvør møguleikin er fyri, at tað ikki fer at eydnast KÍ at vinna FM og at rokna út, nær tað er sannlíkt, at tað verður trygd fyri, at KÍ hevur vunnið FM í 2021.

 

 

 

17. umfar

 

KÍ – Víkingur 3-0 (1-0)

 

1-0: Bob Sumareh 6.

 

2-0: Árni Frederiksberg 61.

 

3-0: Jóannes Bjartalíð 83.

 

 

 

B68 – EB/Streymur 2-1 (1-0)

 

1-0: Andri Benjaminsen 40.

 

2-0: Andri Benjaminsen 71.

 

2-1: Árni G. Olsen 89.

 

 

 

07 Vestur – TB 3-1 (1-0)

 

1-0: Dann Fróðason 30.

 

2-0: Martin Heiberg Petterson 46.

 

3-0: Martin Tausen 51.

 

3-1: John Villi Wøldike Leo 87. 

 

 

 

B36 – NSÍ 1-1 (1-1)

 

0-1: Klæmint A. Olsen 4.

 

1-1: Uros Stojanov 36.

 

17152066447
Víkingur171142351737
HB15103248933
NSÍ18855332629
B3617773301628
EB/Streymur16439143015
B68174310204615
07 Vestur174211205414
ÍF163310174112
TB1602147472

 

19. umfar

 

Leygardagin 14. august

 

EB/Streymur – 07 Vestur

 

NSÍ – Víkingur

 

B68 – ÍF

 

TB – B36

 

Mikudagin 18. august

 

HB - KÍ

 

 

 

Europa Conference League

 

Hósdagin 12. august

 

HB - Maccabi Haifa

 

Tað skal óvanliga nógv venda øðrvísi 30. oktober, enn tað ger nú, um KÍ og Mikkjal Thomassen ikki fara at taka ímóti FM steypi og gullkrónum, tá ið KÍ leygardagin 30. oktober í síðsta umfari fer at spæla í Sarpugerði ímóti Víkingi