Fólkatingsvalið er nú lýst at vera 31. oktober

Ríkisumboðið í Føroyum lýsir nú fólkatingsvalið í Føroyum at vera 31. oktober

Tað er sambært kongaligum opnum brævi frá 5. oktober 2022 eins og ískoyti frá 9. oktober 2022 skrivað út val til Fólkatingið. Valið í Danmark og í Grønlandi verður 1. november, meðan valið í Føroyum verður dagin fyri, mánadagin 31. oktober.

Tað var eftir at løgmaður hetti á forsætisráðfrúnna, at tað á fundi leygardagin millum floksforfólk á Fólkatingi og føroysku fólkatingsmenninar, at avgjørt var at flyta valdagin í Føroyum. Øll forfólkini vóru fyri at flyta valdagin í Føroyum uttan Lars Løkke Rasmussen úr Moderaterne, sum helt, at tað kundi ávirka valið í Danmark.

Men avgerðin er tikin, og nú verður valið eisini lýst at vera í Føroyum 31. oktober.

Valhølini lata upp klokkan 9 um morgunin, og tey verða opin til klokkan 20 – ella so leingi fólk standa í bíðirøð at velja.

Atkvøðugreiðslan endar, tá eingin veljari er, sum sigur seg vilja velja.

Meira um valið kann lesast á www.rigsombudsmanden.fo