Nú klokkan 9:30 fer Fólkaflokkurin at leggja fram sína valskrá og síni valevni.
Sum tann síðsti av teimum fýra stóru flokkunum fer Fólkaflokkurin í dag at boða frá, hvørji valevni stilla upp fyri flokkin. Eisini fer at hann at leggja fram valskránna. Fjølmiðlarnir eru bodnir til tíðindafund hjá flokkinum klokkan 9.
Í dag eru tvær vikur til valið. Tað eru bara teir fýra stóru flokkarnir, sum hava veruligan møguleika at vinna teir tveir sessirnir, sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vunnu seinast. Á næst seinasta fólkatingsvali vóru tað Sambandsflokkurin og Tjóðveldi, sum vunnu sessirnar. Í 2007 vóru tað Fólkaflokkurin og Tjóðveldi. Tað eru júst 100 ár síðani, at Sjálvstýrisflokkurin vann fólkatingsvalið seinasta. Aðrir flokkar hava ongantíð fingið umboð á fólkating.










