Nú er flógvari luft yvir Føroyum

Stendur hetta við, er heilt nógv av kávanum bráðnaður um vikuskiftið

Sjálv um tað liggur nógvur kavi enn, og hóast tað enn er bæði kavaælingur og vátaslettingur summastaðni, er tað nú flógvari luft ið streymar inn yvir okkum. Tað sigur Veðurstovan nú seinnapartin

 

Seinastu dagarnir hevur hann ligiðvið frosti, eisini um dagin, síggja vit nú klokkan 14 í dag, at tað eru 3-5 hitastig.

 

Orsøkin er, at eitt størri lágtrýst er á veg inn yvir Bretsku oyggjarnar og Skotland, og at detta førir flógvari luft ímóti Føroyum.

 

Hesar næstu dagarnar liggja vit í hesum mildara luftstreyminum og forsøgnin lovar 3 til 5 hitastig fram ímóti vikuskiftinum, og heldur tað, fer fitt av kavanum at bráðna.

 

Seinasta tíðin hevur tó víst, at tað hevur gingið illa hjá tí flógvu luftini at vinna á teirri køldu luftini, ið hevur ligið yvir okkum.

 

Av tí sama eru forsagnirnar broyttar fleiri ferðir og aloftast verður sagt frá kaldari veðri.

 

Verður tað oman frostmarkið hesar næstu tveir dagarnar, sleppa vit eisini undan tí nógva kavanum og tað verður gott fyri seyðin, fuglin og øll okkum, ið leingjast eftir várinum, sigur Veðurstovan.