Nú er Finnland alment limur í Nato

Finnland er 31. landið, sum er limur í Nato, sum varð stovnað fyri 74 árum síðani.

 

Stutt fyri klokkan 14 í dag okkara tíð, tá finski uttanríkisráðharrin, Pekka Haavisto, handaði amerikanska uttanríkisráðharranum, Antony Blinken, finska innlimingarskalið. Finnland er 31. limalandið í Nato. - Foto: Johanna Geron/Reuters

Finnland er nú seinnapartin alment vorðið limur í Nato og er harvið 31. landið, sum er vorðið limur í verjusamgonguni.

Tað er greitt nú hátíðarhald hevur verið á høvuðsstøðini hjá verjusamgonguni í Brússel í Belgia.

– Vit kunnu nú boðað frá, at Finnland er 31. limur í Nato, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato á hátíðarhaldinum.

Hátíðarhaldið vardi bara fáar minuttir.

Har handaði finski uttanríkisráðharrin, Pekka Haavisto, amerikanska uttanríkisráðharranum innlimingarskjalið.

Almenna upptøkan av Finnlandi sum limur í Nato er sama dag, sum verjusamgongan kann hátíðarhalda 74 ára føðingardagin.

Við upptøkuni verður Finnland umfatað av artikkul 5 hjá Nato. Tað hevur við sær, at Finnland er tryggjað hjálp frá verjusamgonguni um landið verður álopið.

Tað merkir eisini, at Nato nú hevur 1340 kilometrar av markið móti Russlandi.

Arbeiði við at gera Finnland til ein part av Nato varð sett í gongd fyri minni enn einum ári síðani, eftir at Russland hevði lagt á Ukraina.

Men sjálvt um tað er gingið skjótt, hevur tða ikki verið ein »ein serliga hørð tilgongd«.

Tað sigur finski forsetin Sauli Niinistö, á tíðindafundi.

Har spurdi ein journalistur frá finska miðlinum Yle, um hann var lættur.

– Ja, heilt víst fyri úrslitið. Men eg kann siga tykkum, at øll tilgongdin hevur ikki verið so hørð, sigur hann.

Sauli Niinistö leggur hinvegin dent á, at tilgongdin hevur verið merkt av góðum samstarvi og áliti. Men hann er lættur um ta trygd og støðufesti, sum almenni limaskapurin í samgonguni nú gevur, sigur hann.

Eisini Jens Stoltenberg var á tíðindafundinum saman við finska forsetanum. Hann sigur, at tað er gott fyri bæði »norðurlendsku trygdina« og »Nato sum heild«, at Finnland nú er limur.

Jens Stoltenberg vísir á, at finskur limaskapur í Nato merkir, at Finnland fer at luttaka í hernaðarliga og sivila virkseminum hjá Nato. At tey hava atkvøðurætt og harvið eru við til at taka avgerðir í Nato.

Hann leggur eisini dent á, at tann týdningarmesta broytingin er, at Finnland nú er fevnt av artikkul 5.

/ritzau/

 


 

 

Stutt fyri klokkan 14 í dag okkara tíð, tá finski uttanríkisráðharrin, Pekka Haavisto, handaði amerikanska uttanríkisráðharranum, Antony Blinken, finska innlimingarskalið. Finnland er 31. limalandið í Nato. - Foto: Johanna Geron/Reuters