Nú er eitt skip afturat hjá umhvørvisfelagsskapinum, Sea Shepherd, komin til Føroya.
Tað var Sam Simon, sum kom í Nólsoyarfjørð um miðdagsleitið í dag, og eftir at hava fingið loðs umborð, sigldu teir inn á Sundi, har teir løgdu at bryggju klokkan 13.30.
Bæði løgregla og tolvald stóð fyri teimum í sambandi við vanliga pass- og tolleftirlitið, men løgreglan sigur, at tey høvdu øll síni viðurskifti í rættlag.
Sam Simon kemur úr Tromsø í Norðurnoregi, har tey hava kannað um eitt skip, ið har lá, og skuldi til Japan, varð lastað við stórhvalatvøsti.
Og tað er greitt, at enn eitt skip hjá umhvørvisfelagsskapinum, Sea Shepherd, kós ímóti Føroyum. Tað er Bob Barker, sum hevur ligið í Bremen í Tysklandi í fleiri vikur, og riggað til at koma til Føroyar at verja grindahval. Eitt nú er høvuðsmotorurin yvirhálaður.
Sambært upplýsingum, sum eru komnir, er hann eisini á veg inn á Sund at liggja, í hvussu so er í fyrstu syftu, so áðrenn vit vita av, hevur Sea Shepherd trý skip í Førouyum í royndunum at forða fyri grindadrápi.
Frammanundan er tríkiljan Brigitte Bardot, nevniliga eisini í Føroyum.
Tey bæði størri skipini, hava eisini skjóttgangandi, smærri bátar við, sum kunnu setast á sjógv, er tørvur á tí. Sum tað sæst á myndunum niðanfyri, var ein teirra flotaður, tá ið Sam Simon nærkaðist Sundi.
Men afturat teimum hevur Sea Shepherd eisini fólk á landi ymsastaðni í landinum, so nú er greitt, at hendan summar-herferðin hjá felagsskapinum ímóti grindadrápi, er byrjað av álvara.
Niðanfyri eru fleiri myndir, nú Sam Simon kom á Sund beint eftir døgverða í dag