Nú er endalig støða tikin til, hvussu verður við kappróðrinum, sum varð avlýstur á Norðoyastevnu. Kappróðurin varð avlýstur tí at korona var rættiliga farið at gera um seg, so fyri at binda um heilan fingur, og forða fyri smittuspjaðing, vórðu kappróðurin, og norðoyastevnan sum heild, varð avlýst. Men tað lá alla tíðina í kortunum, at kappróðurin skuldi vera seinni.
Og nú eru Róðrarsamband Føroya og Klaksvíkar Róðrarfelag, komin ásamt um, at kappróðurin, sum skuldi vera á norðoyastevnu, verður í Klaksvík leygardagin 24. juli, boðar Róðrarsambandið nú frá.