Nú er bretska ES-fólkaatkvøðan í eygsjón

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur lovað bretum, at tey skulu sleppa á fólkaatkvøðu um bretska ES-limaskapin innan endan av 2017.


Aftaná samráðingar millum David Cameron og ES-formansskapin seinastu dagarnar um bretska limaskapin, røktist tó nógv fyri, at bretar kunnu vænta at sleppa á val longu í 2016. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.


- Um vit fáa hesa avtaluna í lag, so er tað væl møguligt, at fólkaatkvøðan verður innan nakrir fáir mánaðir. Um tað eydnast, so skulu vit bara seta eitt dato á fólkaatkvøðuna, sigur David Cameron.


Neyðugt er tó, at hini ES-limalondini góðtaka tær broytingar, ið Bretland og ES-formansskapurin eru vorðin samd um.