Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er latin upp?
- Kenslan er góð, sjálvandi, tá ein veit, hvussu tað hevur verið at ferðast millum Sandoynna og Streymoynna við teimum gomlu skipunum. Teistin er eitt sjógott skip, sum lyfti støðið upp, og tað gjørdi Tróndur eisini ta tíð, hann var á hesi leiðini.
Tað sigur Tummas Løkjá á Sandi.
Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna?
- Tunnilin fer at hava alstóran týdning fyri Sandoynna. Hann kemur at geva okkum og komandi ættarliðum so nógvar nýggjar møguleikar, sum ikki hava verið áður. So, nú er at síggja møguleikarnar og brúka teir til fulnar og gloyma alt um forðingar.
Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum?
- Um so er, at vansar koma við tunlinum, so skulu teir loysast beinanvegin, tí møguligir vansar kunnu ikki brúkast til nakað sum helst.
Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð?
- Eg haldi ikki, at eg fari at sakna gomlu farleiðina sum so.
Hann heldur, at nú uppundir endan av siglingini, fara fólk ivaleyst at hugsa um tað farna og tær góðu og vánaligu upplivingarnar á farleiðini.
- Sjálvur ferðaðist eg í sløk 10 ár við Teistanum. Fyri tey, sum ferðast dagliga, verður tunnilin eitt vælsignilsi í mun til at sigla, sigur Tummas Løkjá.