Nú er Annika Olsen aftur komin á ting

Men fyribils verður tað helst ikki so leingi

Nú er Annika Olsen aftur komin á ting fyri Fólkaflokkin. Tá ið Fólkaflokkurin fór í samgongu eftir løgtingsvalið, fóru tveir av tinglimunum, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, í landsstýrið og sostatt kom Annika Olsen á ting.

 

Men tá ið málið um sammøður var til viðgerar, gjørdi hon greitt, at hon fór at atkvøða fyri. Tað fekk tey bæði landsstýrisfólkini, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, at taka tað heilt óvanliga stigið at siga landsstýrissessin frá sær. Tað var fyri at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum og fyri at forða fyri, at málið um sammøður varð samtykt.

 

Men tað miseydnaðist, tí ein av tingmonnunum fyri Fólkaflokkin, Heðin Zachariasen, varð so misnøgdur við mannagongdina, at hann bað um farloyvi – og so kom Annika Olsen aftur á ting, og so varð uppskotið um sammøður, samtykt.

 

Tá ið Fólkaflokkurin skuldi velja nýggj landsstýrisfólk, varð syrgt fyri at velja fólk, sum ikki vóru í Løgtinginum, og sostatt kom Annika Olsen ikki aftur á ting, tá ið Heðin Zachariasen kom aftur úr farloyvinum.

 

Men nú hevur Heðin Zachariasen aftur biðið um farloyvi úr løgtinginum, og sostatt er Annika Olsen aftur komin á ting til Heðin Zachariasen tekur sætið aftur.