Eg havi einki ímóti at vit gevast at drepa springara

Hóast vit hava rætt at drepa springara, er tað eingin sum sigur, at vit skulu brúka tann rættin

Bill Justinussen, høgrumegin, saman við floksfelaganum, Steffani Klein Poulsen

Springaradrápið á Skálafjørðinum fyri einum góðum mánað síðani, var ov ógvusligt – og viðhvørt loysir tað seg best at brúka høvdið. Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

 

Springaradrápið á Skálafjørðinum 12. september hevur elvt til eitt ramaskríggj kring allan heimin og ein avleiðing er, at okkara útflutningur er beinleiðis hóttir. Eitt nú hevur alivinnan beinleiðis fordømt drápið, tí tey siga, at útflutningsmarknaðurin hóttir við at boykotta føroyskan laks.

 

– Hatta dámdi mær ikki tí hatta var var ov ógvusligt, sigur tingmaðurin. Hann sigur, at hevði søgan verið tann, at vit drupu 200 – 300 springarar, og lótu 1.500 springarar fara aftur til havs, hevði støðan verið ein heilt onnur, heldur hann.

 

Men nú okkara útflutningur er beinleiðis hóttir, heldur Bill Justinussen, at vit eiga at gevast at drepa springara.

 

– Skulu vit verja okkara grindadráp, er tað beinleiðis tápuligt, bara at skúgva allar atfinningar frá umheiminum, til viks, tí tað hevur stóran týdning, at vit lurta eftir, hvat umheimurin sigur, heldur Bill Justinussen.

 

– Springari hevur ongan sum helst týdning í føroyska húsarhaldinum. Springari er sjáldsamur og tað er lítil matur á honum, so hann hevur púra ongan týdning. Hinvegin hevur útflutningur okkara alstóran týdning, tí tað eru túsundtals føroyingar, sum beinleiðis arbeiða í okkara útflutningsvinnum og hann hevur sostatt avgerandi týdning fyri okkara vælferð.

 

– Tí haldi eg, at vit kunnu saktans bara gevast at drepa springara, heldur hann. Løgmaður hevur boðað frá, at málið verður tikið upp og Bill Justinussen sigur, at verður úrslitið, at landsstýrið kemur við einum uppskoti um at banna springara, fer hann ikki at seta seg upp ímóti tí.

 

Føroyingar hava annars tvíhildið um rættin til at gagnnýta havsins tilfeingi og sjónarmiðið er, at slaka vit í hesum føri fyri trýsti uttaneftir, er bara ein spurningur, nær vit eisini mugu frásiga okkum rættin at drepa grind.

 

Tað er Bill Justinussen ikki samdur í. Fyri tað um vit hava rætt til nakað, er tað ikki sagt, at vit hava skyldu til at brúka tann rættin, sigur hann. Vit hava rættin at gagnnýta havsins tilfeingi, men fara vit so ógvusliga fram, sum í hesum føri, er vandi fyri, at vit missa hann, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.

 

Bill Justinussen, høgrumegin, saman við floksfelaganum, Steffani Klein Poulsen