Louis Van Gaal hevur í dag sum fyrsta arbeiðsdag sum Manchester United venjari. Orsøkin til at Louis Van Gaal ikki byrjar fyrrenn nú, er tí at Van Gaal hevur verið upptikin av HM við Hollandi.
Tíðindafundur við nýggja Manchester United venjaranum verður væntandi hósdagin.
Manchester United hevur longu keypt tveir leikarar við Louis Van Gaal sum venjara. Teir báðir eru spanski Ander Herrera og enski landsliðsleikarin, Luke Shaw. Tað verður mett at okkurt keyp verður afturat í nærmastu framtíð.
62 ára gamli Louis Van Gaal hevur áður verið venjari hjá Ajax, Barcelona, AZ, Bayern Munchen og nú seinast hjá Hollandi.