Nú byrjar ólavsøkan 2014

Veðrið er av tí besta, og nógv fólk eru komin oman í býin. Skrúðgongan er júst byrjað

Ítróttarfólk, býráðspolitikkarar, hornblásarar ganga skrúðgongu oman á Vaglið, har ólavsøkan um lítla løtu verður sett.

 

Fólk streyma oman á Vaglið til ólavsøkusetanina. Í ár er tað Ólavur Hátún, sum hevur fingið heiðurin at seta hana. Fyri einum tíma síðani, vóru tað mest ferðafólk, sum vóru at sígggja, men nú er Vaglið – sum vit kenna tað – fult av føroyingum í tjóðarbúna, sum gleðast um okkara tjóðarhátíð.

 

Veðrið er frálíkt. Tað er heitt og so at siga ongin vindur. Alt skuldi bent á, at ólavsøkan fær eina góða byrjan.