Nú byrjar heilsufótbólturin aftur í Klaksvík

Heilsufótbólturin byrjaði sum ein verkætlan, men hevur síðan verið bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð, skipað í tøttum samstarvi við KÍ

- Nú ber aftur til at melda seg til heilsufótbólt. Venjingarnar verða týsdag og hósdag klokkan 16:20. Aftur hesaferð verða tað Marjun Kalsø og Eydna Thomsen, sum koma at standa á odda fyri venjingunum.

 

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at báðar venjingarnar - ávkavist týsdag og hósdag - verða á Djúpumýru.

 

- Tilboðið er ætlað øllum teimum, sum eru 60+ og øll, sum melda seg til, sleppa at luttaka. Kostnaður fyri at luttaka í heilsufótbólti er 300 krónur fyri hvørt skeiðið.

 

Fyrsta venjingin í hesum skeiðnum verður týsdagin 11. mars klokkan 16.20, og vant verður tvær ferðir um vikuna í tíggju vikur, verður lagt aftrat.

 

Heilsufótbólturin byrjaði sum ein verkætlan, men hevur síðan verið bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð, skipað í tøttum samstarvi við KÍ.

 

Tilboðið hevur longu trý ár á baki.