Føroyska U19-landsliðið vann fyrsta dystin ímóti Kekkia í European Open-kappingini, sum verður leikt í Gøteborg. Eftir sigurin í fyrsta dystinum tapti liðið fýra dystir, men í sætta dystinum eydnaðist tað endiliga føroyska liðnum at vinna aftur.
Dysturin ímóti Georgia er júst liðugur, og Føroyar vunnu stórsigur. Eftir hálvleiksstøðuna 12-15 til Føroyar settu føroysku dreingirnir av álvara trumf á í seinna hálvleiki. Endaliga úrslitið gjørdist heili 23-33 til Føroyar.
Í skrivandi løtu er óvist, um føroyska liðið er liðugt at spæla í kappingni ella ikki, men tí venda vit aftur við, tá ið vit vita nærri.