Nú blandar Pamela seg aftur uppí

Pamela Anderson hevur skrivað bræv til danska forsætisráðharran og biðið hann steðga stuðlinum til føroyska grindadrápið

Kanadiska sjónleikarinnan Pamela Anderson hevur nú aftur blandað seg upp í kjakið um grindadrápið í Føroyum.

Í fjør var Pamela, sum fólk um allan heimin kenna í reyðari svimjidrakt í Baywatch, í Føroyum og stuðlaði átakinum hjá Sea Shepherd. Síðani hevur ikki verið so nógv at frætt frá Pamelu, men nú er hon komin inn á vøllin aftur.

Pamela hevur sent eitt skriv til Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra í Danmark, og biðið hann taka stuðulin til føroyska grindadrápið aftur. Pamela vísir á, at donsku verjuskipini eru við til at tryggja grindadrápini, sum hon heldur er ólóglig sambært ES lóggávu, og Pamela biður Løkke taka verjuskipini heim.

Samanborið við onnur skriv hjá Sea Shepherd og teirra stuðlum, sum skriva nógv ófantalig brøv til danskar politikarar, er brævið hjá Pamelu kurteisliga skrivað.

Pamela sigur, at hon heldur Føroyar vera sera vakrar og hugtakandi, sum eitt ævintýrland, men blóðuga grindadrápið kastar skuggar yvir alt.