Nú ber til at síggja skattin hjá grannanum

Havnarborgarar sleppa næstu tvær vikurnar at síggja, hvussu nógv grannin ella stjórin rindar í skatti.

Havnarborgarar sleppa næstu tvær vikurnar at síggja, hvussu nógv grannin ella stjórin rindar í skatti.

 

Tórshavnar kommuna lýsir nú við, at skattalistin fyri Tórshavnar kommunu fer at liggja frammi til alment innlit frá mánadegnum 24. november til týsdagin 9. desember.

 

Í hesar fimtan dagarnar er skattalistin almennur, og tá kunnu tey, ið hava hug, møta upp á Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu millum klokkan 9 og 16 fyri at síggja skattalistarnar.

 

Í øðrum londum er slík viðurskifti meira opin. Í eitt nú Noreg liggur skattalistin opin á internetinum. Har vísa kanningar, at opnir skattalistar geva øktar skattainntøkur, og at opinleiki um skatt styrkir skattamoralin.