Nú ber av

Tað tykist sum einki mark er fyri, hvussu Strandferðslan fer við nólsoyingum, og hetta er seinasta sirkussið.

Tað tykist sum einki mark er fyri, hvussu Strandferðslan fer við nólsoyingum, og hetta er seinasta sirkussið.

 

Uppfinnilsini hjá Strandferðsluni tykjast ongan enda taka, tá tað ræður um at veita nólsoyingum nósir.

 

Ternan er burtur av leiðini i heilum, og sum um at tað ikki var nóg mikið, hevur okkurt forsligið høvd nú funnið upp á, at lata nólsoyingar standa í bíðirøð í upp til 10-15 minuttir, áðrenn tað slepst umborð á bátin.

 

Hendan bíðirøðin var av teimum smærru, men tað skal ikki stórt hugflog til fyri at gita, hvussu tað sær út ein regntungan og illfýsnan dag.

 

Tað fæst heldur eingin verulig frágreiðing, hví tað nú knapliga er neyðugt hjá ferðandi at standa úti á landgongini og langt upp á keiina í langari bíðirøð, til tess at fáa fatur á einum ferðaseðli. Ei heldur nøkur frágreiðing um, hví fólk við mánaðarkorti somuleiðis noyðast upp í somu kø, fyri at sleppa umborð.

 

Tað er einki at siga til, at nólsoyingar ilskast inn á Strandferðsluna, tá farið verður frá einari frálíkari skipan til nakað, sum als ikki virkar.