Nú avlýsir Smyril eisini fyri veður

Hann siglur seinastu ferð í dag um ein hálvan tíma

Nú rakar veðrið eisini siglingina hjá Smyrli í dag.

 

Strandferðslan boðar frá, at Smyril, sum skuldi fara av Krambatanga til Havnar, klokkan 15.30 í dag, útsetir ferðina í ein tíma og fer ikki fyrrenn nú um ein hálvan tíma, klokkan 16.30.

 

Men tað verður so seinasti túrður í dag og sostatt verða túrarnir úr Havn klokkan 18.30 og av Krambatanga klokkan 21 í kvøld,ikki sigldir.

Bygdaleiðis í Suðuroy koyra heldur ikki og tað ger rutan ímillum Skálabotn og Oyndafjørð, heldur ikki.

 

Eisini hjá Atlantsflogi eru flúgvarar avlýstir og seinkaðir.