Nú ætla ukrainar sær at reka russar aftur

- Støðan í Kiev-regiónini er trupul, men hon er "kontrolbar", sum herleiðarin í ukrainska høvuðsstaðnum tekur til.

Síðstu nátt segði maðurin, sum er ovasti leiðari fyri verjuni í Kiev, Oleksandr Pavljuk, at ukrainski herurin nú er í gongd við eina ætlan um at reka russiska herin longur burtur frá høvuðsstaðarøkinum.

 

Hetta segði hann í ukrainskum sjónvarpi, samstundis sum hann ásannaði, at ukrainski herurin fær mótstøðu frá russisku herdeildunum á leiðini.

 

Oleksandr Pavljuk vildi ikki greina nærri, hvørji málini hjá ukrainska herinum í hesum sambandi eru, men hann legði aftat, at tað eru "flytingar" í russisku herdeildunum. Herleiðarin rópar støðuna í Kiev-regiónini trupla, men hann sigur, at støðan í løtuni er "kontrolbar", sum hann tók til.

 

Harðir bardagar hava leingi verið í útryðjuni av ukrainska høvuðsstaðnum, og nú fæst so at síggja, um tað fer at eydnast ukrainsku deildunum at reka russisku deildirnar nakað longur burtur úr høvuðsstaðarøkinum.