Magnus Gunnarsson
Felix Wankel
Týski maskinverkfrøðingurin, Felix Wankel, menti Wankelmotorin saman við NSU bilverksmiðjuni. Í 1957 var fyrsti Wankelmotorur settur í gongd, og fyrsti NSU Spider við Wankelmotori kom á marknaðin í 1963. Seinni kom NSU RO 80.Tað vísti seg at verða nógvir tekniskir trupulleikar við Wankelmotorunum, serliga við at fáa tetningsringarnar á rotorinum at halda.
Wankelmotorurin
Wankelmotorurin hevur ikki stempul, sum arbeiða upp og niður, ei heldur ventilar sum í vanligum motorum, men hava ístaðin tríkantaðar rotorar, sum snúra eksentriskt runt í einum sergjørdum motorhúsa, ella kamari. Flestu Wankelmotorarnir høvdu 2 ella 3 kømur. Motorarnir kravdu lítið pláss í motorrúminum, og høvdu sera gott upptrekk. Wankelmotorarnir ljóðaðu sum V8 motorar, og vóru ikki sparnir við bensinnýtsluni.
Mazda Wankelbilarnir
Við loyvi frá NSU, fór Mazda bilverksmiðjan í Japan at gera bilar við Wankel motori. Tann fyrsti var Cosmo Sport, sum kom í 1967, og í 1968 kom R-100 coupé. Hesir komu ongantíð handanvegin. Men í 1970 kom RX-2, ið hevði sama karrossarí sum Mazda 616, og var fyrsti bilur við Wankelmotori í Føroyum. Seinni komu RX-3, RX-4 og RX-5. Her koyrdu teir gott, men orsaka av at vit ikki høvdu tað rætta bensini, komu av og til kvøll skot úr útstoytinum. Hetta var áðrenn vit fingu blífrítt bensin í Føroyum. Mazda hevur ongantíð slept Wankelmotorinum. Teir hava RX-7, eins og teir alla tíðina gera royndir við prototypum. Nú er ætlanin at ein RX-8 skal koma á marknaðin næsta ár, sum avloysari fyri RX-7. Annars hava aðrir eisini roynt seg við Wankelmotorum, so sum Citroën, Lada og Mercedes.
Betri motorar
Ein russiskur verkfrøðingur, Andreij Kurochkins, sigur seg at hava loyst trupulleikarnar við at fáa tetningsringarnar á Wankelmotorinum at halda tætt. Eisini hevur hann gjørt Wankelmotorin meira orkusparandi.










