Fyri einum korteri síðani gjørdist tað greitt, at Karl Løkin, sum farna kappingarár hevur spælt við NSÍ nú fer aftur til ÌF.
Stríðsmaðurin hevur áður umboðað ÍF í fremstu fótbóltsdeildini. Talan er um ein eitt ára sáttmála.
Formaðurin í ÍF, Magnus Jørmundsson fegnast um at hava fingið Karl Løkin aftur til ÍF. Karl hevur ættarbond til Fuglafjarðar. Pápin, Abraham er fuglfirðingur, og var partur av tí tiltikna 1979 liðnum hjá ÍF, sum vann FM tað árið.