NSÍ vann fyrsta stigið

1. DEILD: Tað endaði javnt, tá B71 mikukvøldið var á vitjan hjá teimum næstbestu í NSÍ

Mikukvøldið var landskappingardystur í Runavík. Talan var um dystin í øðrum umfari í næstbestu deildini, tá ið NSÍ hevði vitjan av B71

 

Úrslitið var 1-1, eftir at gestirnir vunnu fyrra hálvleik 1-0.

 

B71 málið skoraði Kristian Krog Hentze lítla løtu undan steðginum.

 

Heimaliðið javnaði sjey minuttir eftir hvíldina við máli, sum Hans Marius Davidsen skoraði. Uppleggið átti Jóel Jacobsen. Hetta er bara onnur ferðin, at 19 ára gamli Kristian Krog Hentze er málskjútti í 1. deild. Fyrra ferðin var sambært faroesoccer.com fyri trimum árum síðani, tá ið B71 á heimavølli vann 4-1 ímóti B68.

 

Sjey minuttir eftir steðgin javnaði Hans Marius Davidsen til 1-1. Uppleggið átti Jóel Jacobsen.

 

At leggja merki til var tað, at Einar Tróndargjógv í kvøld var á næstbesta liðnum hjá NSÍ. Hann hevur síðstu smáu tvær vikurnar vant við besta liðnum, og tað kann væl vera, at Einar, sum 2. apríl verður 34 ár, skjótt verður at síggja aftur á besta NSÍ liðnum, har hann gavst á heysti í 2019.

 

Aron Knudsen, sum hevur verið skaddur í nógvar vikur, var á NSÍ liðnum í fyrra hálvleiki. Tí kann tað væl fara at vera, at hann um ikki so langa tíð aftur verður at síggja á besta liðnum.

 

Javnleikurin ber við sær, at NSÍ vann fyrsta stigið í ár, meðan B71 eftir trý umfør hevur fimm stig.

 

Í fjórða umfari fer B71 2. apríl at spæla á útivølli ímóti B36, og NSÍ fer sama dag at spæla á heimavølli ímóti TB.