NSÍ vann ársins fyrsta sigur

1. DEILD: FC Hoyvík er á veg úr Runavík við 2-0 tapi

Benadiktus Olsen skoraði í dag fyrra málið, tá ið NSÍ í 1. deild vann 2-0 ímóti FC Hoyvík. Her sæst málskjúttin saman við liðfeløgunum Paula Richardson og Tróndi Sjúrðarson. Teir hava allir fingið boð at spæla á U17 landsliðnum. Mynd: nsi.fo

Fyrsti dystur í næstbestu deildini í 2024 er bríkslaður av. Hann var í Runavík, har teir næstbestu hjá NSÍ, sum eru nýtt lið í deildini, høvdu vitjan av FC Hoyvík, har fyrrverandi NSÍ venjarin Bill Jacobsen og nýggjur venjari, og har Heðin Askham er nýggjur hjálparvenjari.

 

Úrslitið var, at NSÍ vann 2-0, og bæði málini vórðu skorað undan steðginum.

 

Jógvan Højgaard setti hol á, tá ið gott og væl eitt korter var farið. Uppleggið úr høgru átti Bárður Hansen, sum áður hevur spælt við Víkingi og eitt árið var í NSÍ. Bárður býr í Runavík, og tað hevur ljóðað, at teir í NSÍ ógvuliga fegnir vilja hava góða vongverjan á vøllin aftur. Í dag var hann á vøllinum í 70 minuttir á næstbesta liðnum.

 

Benadiktus Olsen, sum 2. mars fylti 16 ár, økti um munin til 2-0 í 33. minutti. Hetta var fyrsti dystur hjá honum millum teir vaksnu. Benadiktus varð skiftur út, tá ið fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Uppleggið til 2-0 málið átti Ragnar Steinhólm, sum er 18 ára gamal, og sambært faroesoccer í dag var á næstbesta liðnum hjá NSÍ fyri 24. ferð.

 

Tølini siga, at tað gekk javnt á, men í málum vóru tað teir á heimaliðnum, sum vóru væl kringari.

 

Benadiktus Olsen skoraði í dag fyrra málið, tá ið NSÍ í 1. deild vann 2-0 ímóti FC Hoyvík. Her sæst málskjúttin saman við liðfeløgunum Paula Richardson og Tróndi Sjúrðarson. Teir hava allir fingið boð at spæla á U17 landsliðnum. Mynd: nsi.fo