Tað skarst so mikið væl hjá NSÍ í fyrrakvøldið, at nú er tað ikki tokutala at rokna við, at teir sum næstbesta liðið í bólki 1 kunnu røkka fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Teirra roknistykki gongur út uppá, at HB aftur sunnudagin vinnur á KÍ, og at NSÍ vinnur ein so mikið sannførandi sigur, tá teir sunnudagin fara vestur í Vágar, at sigur ella javnleikur móti KÍ, tá klaksvíkingar í síðsta umfarinum í bólkaspælinum ? tað verður 29. apríl ? koma í Runavíkina, verður nóg mikið til næstfremsta plássið í bólkinum.
Fyrrakvøldið tók NSÍ seg trý stig inn á klaksvíkingar, og teir bøttu eisini væl um málmunin.
FSVágar vitjaði, og tá átta minuttir vóru farnir, varð tað longu greitt, at heimaliðið fór at vinna. Tá vóru teir á odda 3-0, og so var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at vera.
Burtursæð frá Helga L. Petersen, sum er plágaður av skaða í knænum, hevði heimaliðið fulla manning, og teir høvdu bóltin nógv mest og spældu seg til fleiri møguleikar. Men teir fingu ikki fjórða málið fyrr enn í síðstu løtuni undan steðginum.
Í 2. hálvleiki eydnaðist tað betur hjá NSÍ at spæla rundanum mótstøðumenninar, og tá fingu teir fimm mál afturat.
Sjálvsálitið
Gestirnir úr Vágum hava ikki havt tað stuttligt í bólkaumfarinum. Teir eru í sterkum bólki, og tað tykist hava nervað sjálvsálitið, at ósigrarnir hava verið so nógvir og so stórir.
Í Runavík høvdu teir ikki nógv at bjóða uppá. Setningurin tóktist at vera at avmarka tapið. Samanhangandi fótbóltsspælið fram eftir vøllinum var ikki so nógv av.
Jóhan á Mýrini í málinum hevði fleiri góðar bjargingar, og úti á vøllinum nívir tað, at Albert Ari Thomassen er hálvskaddur og bara kundi vera við ein part av tíðini. Umframt hann komu Rodmund Rasmussen og Birgir Hansen inn í 2. hálvleiki.
Ungi Tór-Ingar Akselsen var á miðvøllinum, og Eyðfinn Davidsen á aftasta manni.
Nú síggja teir og allir hinir ein enda á bólkaspælinum, og so verður tað hugaligari, tá mótstøðan í 2. deild verður meiri passalig.
NSÍ-FS Vágar 9-0 (4-0)
1-0: Eddie Mikkelsen
2-0: Eyðstein Skipanes (br.)
3-0: Óli Hansen
4-0: sjálvmál
5-0: Gert Langgaard
6-0: Eyðstein Skipanes
7-0: Gert Langgaard
8-0: Óli Hansen
9-0: Gert Langgaard