Tað plagar at vera soleiðis, at spælarar, ið onnur felag halda kunnu vera við til at styrkja teirra lið, gevast í feløgum, har besta liðið er flutt niður, og soleiðis er tað eisini í ár.
Tofta Ítróttarfelag boðar í morgun frá, at felagið hevur skrivað tvey ára sáttmála við Jørgen Nielsen, sum higartil bara hevur spælt í NSÍ. Undantakið er, at hann í vár royndi seg í svenskum fótbólti.
B68 skrivar soleiðis um nýggja spælaran:
Vit í B68 kunnu við stoltleika kunngera, at vit hava ognað okkum eitt tað evnaríkasta talenti í føroyskum fótbólti.
U21 landsliðsleikarin Jørgen Nielsen hevur valt at skriva undir 2 ára sáttmála við B68.
Hóast sín unga aldur er hann ein sera komplettur áleypari. Hann er skjótur, sterkur, djarvur og hevur sera góðar bólteginleikar.
Í farna kappingarári spældi hann 15 dystir og skoraði 6 mál - herav 3 í teimum trimum síðstu umførunum.
Fyri tað mesta spældi hann á vinstrakanti fyri NSÍ, men hann hann eisin røkja sentrala álopsplássið
-Hetta var ein stór avgerđ at taka, sum eg havi hugsað nógv um. Eg eri spentur uppá projektiđ hjá B68, hópurin er ungur og spennandi, og eg kenni flestu leikarnar.
Eisini spældi tađ nógv inn at Jákup á Borg er venjari, og føli eg, at hann menna meg sera nógv sum leikara, sigur Jørgen Nielsen í samrøðu við fb hjá B68.











