Síðani á ólavsøku og inntil síðsta sunnudag gekk tað sum eftir ánni hjá AB. Argjamenn vunnu úrtøku í fimm dystum á rað – fýra sigrar og ein javnleikur – og tað bar við sær, at AB flutti fram á næstfremsta plássið og harvið við kós ímóti beinleiðis uppflyting.
Sunnudagin tapti AB 2-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB, og aftur í dag fóru argjamenn krøktir av heimavøllinum. Teir næstbestu hjá NSÍ fóru stutta teinin av Argjum og aftur til Runavíkar við 2-1 sigri. Hálvleiksstøðan var 1-1.
Hetta var fyrsti sigurin hjá NSÍ síðani 13. august. Síðani tá hevur NSÍ tapt 6-1 í Klaksvík og spælt 2-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi og FC Suðuroy.
Úrslitið í dag ber við sær, at NSÍ hevur 37 stig og er eitt stig aftanfyri AB.
Búi Egilsson var millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ, og hann átti uppleggið, tá ið Meinhard Janusarson setti hol á fyri gestirnar. Tá var eitt korter farið.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki svaraði AB aftur. Tað var miðverjin Sørin N. Samuelsen, sum eftir hornaspark frá Rógva Poulsen setti bóltin í málið og so var 1-1.
Tølini siga, at AB vann 17 hornaspørk, og at NSÍ vann trý hornaspørk. AB hevði eisini fleiri royndir ímóti málinum enn mótstøðuliðið, men tað var bara NSÍ, sum í seinna hálvleiki skoraði mál. Sigursmálið til 2-1 skoraði Meinhard Janusarson, sum harvið varð tvífaldur málskjútti. Hetta vóru sjeynda og áttanda málið hjá Meinhardi, sum ikki hevur skorað síðani á jóansøku.
Um eina viku fer AB at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi. NSÍ skal aftur um eina viku suður í høvuðsstaðin, tá ið HB verður mótstøðuliðið.