Fyrsti dystur í 12. umfari í landskappingini í fótbólti verður í kvøld, tá ið NSÍ fær vitjan av KÍ.
Klaksvíkingar eru ósigraðir í landskappingini – 11 sigrar og ein javnleikur.
Í kappingini um løgmanssteypið varpaði NSÍ klaksvíkingar úr kappingini í fyrsta umfari, tá ið NSÍ vann 2-1 í Klaksvík. Tað var týskvøldið 20. apríl eftir at dysturin í fyrstu atløgu varð útsettur í tveir dagar. Tað var tá, at onnur stongin ikki var, sum hon átti at vera.
Tað eru sjey stig frá KÍ og aftur til HB, og tað eru 10 stig frá KÍ og aftur til NSÍ.
Tí er dagsskráin í kvøld, um NSÍ heilt skal varpast úr FM stríðnum longu nú og um, um HB í grannauppgerðini ímóti B36 2. hvítusunnudag skal hava møguleika at taka seg nærri toppinum, og um tað harvið skal verða spenningur í kappingini um FM.
-Vit vóru ikki nøgdir, tá ið vit taptu steypadystin á heimavølli, og vit hava nakað at prógva í kvøld. NSÍ stóð seg væl, og tað hava vit lagt okkum í geyma. Vit ætla at vera álopskendari og við til at mynda dystin meiri, enn vit gjørdu ta ferðina, og tað er neyðugt, at vit vísa okkum frá heilt aðrari síðu, enn vit gjørdu í steypadystinum, sigur Mikkjal Thomassen venjari hjá KÍ.
Ivar Sollie Rønning er skaddur, og tað er ivasamt, hvønn leiklut Jonn Johannesen er førur fyri at hava í kvøld. Páll A. Klettskarð var alla tíðina á beinkinum, tá ið KÍ sunnudagin vann 8-0 á heimavølli ímóti B68. Hann verður við í kvøld.
NSÍ venjarin Allan K. Jepsen roknar avgjørt við møguleikanum, at tað skal eydnast hansara monnum at vinna í kvøld:
-Vit eru einasta liðið, sum higartil hevur vunnið ímóti KÍ. Teir eiga gott lið, mannað við landsliðsspælarum og góðum útlendingum. Í málleysa javnleikinum ímóti HB sunnudagin megnaðu vit at vinna okkum til málmøguleikar og at verja fyri, at mótstøðuliðið skoraði. Spælararnir rokna við møguleikanum at vinna ímóti KÍ, og tað geri eg eisini. Eg rokni eisini við, at tað framvegis er møguleiki fyri, at vit kunnu vinna FM. Um eg ikki gjørdi tað, so átti eg at funnið mær annað arbeiði, sigur NSÍ venjarin Allan K. Jepsen.
Miðverjin Jóhan Troest Davidsen verður ikki við í kvøld og nætu vikurnar. Hann varð skiftur út longu í fyrra hálvleiki ímóti HB. Hann hevur brotið hondina.
Í fjør vann KÍ 2-0 í Runavík í ólavsøkuumfarinum, og fram ímóti kappingarenda hevði 1-0 heimasigurin hjá NSÍ avgerandi týdning í kappingini um silvurkrónurnar.
NSÍ – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 19.00.