NSÍ-profilur venur ikki við longur

Talan er um ósemju ímillum silvurvinnararnar og miðvallaran.

Tað valdar órógv á miðvøllinum hjá silvurvinnarunum frá í fjør, NSÍ. Ein av profilunum á liðnum í fjør, Hákun Edmundsson, venur fyribils ikki við besta liðnum.


Orsøkin er tann, at tað er ósemja ímillum hann og felagið. Hesi tíðindini váttar formaðurin í felagnum, Sonni L. Petersen, fyri in.fo í dag. Hann vil tó ikki fara í smálutir.


19 ára gamli Hákun Edmundsson, sum í fjør varð kosin triðstørsta stjørnuskot í Effodeildini, venur við næstbesta liðnum inntil greiða er fingin á málinum.


Hákun Edmundsson hevur sáttmála við NSÍ, og sum in.fo skilir, so kann tað koma upp á tal, at hann verður útleigaður.