NSÍ og B36 stinga seg fram

Víkingur hevur framvegis ikki vunnið fulla úrtøku, og TB megnaði javnleik í Gundadali ímóti HB

Tað gongur ógvuliga striltið hjá flestu liðunum at vinna fulla úrtøku. Undan fjórða umfari vóru tað fimm lið, sum ikki høvdu vunnið í hesum kappingarárinum, og í fjórða umfari eydnaðist tað ongum av hesum fimm liðunum at vinna.

Hóast Víkinga liðið stóran part av 2. hálvleiki var yvirmannað, so eydnaðist tað ikki at vinna á heimavølli ímóti KÍ. Klaksvíkingar vóru sera raskir í 1. hálvleiki, tá ið teir løgdu seg framum 2-0. Eftir steðgin svaraði Víkingur aftur. Tá ið støðan var 2-1, sá KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen gult fyri aðru ferð. Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði Víkingur, og so var tað hugsandi, at dagsskráin hjá KÍ var at verja. Tað megnaði KÍ væl, og tá ið Páll A. Klettskarð skoraði fyri aðru ferð, og tað restaðu tíggju minuttir, var um reppið, at undirmannaða KÍ fór við øllum. Men í síðsta minutti í vanligu leiktíðini var vinstri vongverjin hjá KÍ Mayowa Oladele Alli so óheppin at stúta bóltin í sítt egna mál, og so var 3-3 fjórði javnleikurin hjá Víkingi og tann næsti hjá KÍ veruleiki.

HB var stórfavorittur í Gundadali ímóti TB, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at skjóta mál. Málleysi javnleikurin var fyrsta stigið hjá TB í Gundadali ímóti HB síðani 1992, tá ið úrslitið eisini var málleysur javnleikur. TB hevur vunnið stig burturúr øllum fýra dystunum í ár, og TB er á triðja plássi við seks stigum – saman við HB.

Í Streymnesi endaði tað eisini málleyst millum EB/Streym og AB, sum saman við Víkingi hevur spælt javnt allar fýra ferðirnar.

Einastu vinnararnir í fjórða umfari vóru NSÍ og B36. Felags fyri hesi bæði liðini var, at tey vunnu 3-1, og at tey skoraðu øll málini í 1. hálvleiki. B36 skoraði tríggjar ferðir undan nógva vindinum á Vágseiði í gjár og vann 3-1, og Klæmint A. Olsen var enn einaferð stóri maðurin, tá ið NSÍ skoraði tríggjar ferðir í 1. hálvleiki ímóti ÍF. Hann skoraði tvey mál og legði upp til tað triðja, sum Jónhard Frederiksberg skoraði.

NSÍ er topplið við 9 stigum, og B36 er næstfremst við 8 stigum. TB og HB hava 6 stig, KÍ hevur 5 stig, Víkingur og AB hava 4 stig, ÍF og EB/Streymur hava 3 stig, og FC Suðuroy bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum.

Komandi vikuskifti verður steðgur í landskappingini, tí tá verður landsdystur í Rumenia.

 

4. umfar

FC Suðuroy-B36 1-3 (0-3)

0-1: Hans Pauli Samuelsen 18.

0-2: Hørður H. Askham 26.

0-3: Ibrahima Camara 29.

1-3: Palli Augustinussen 86.

Reytt kort: Hanus Thorleifsson, B36, 70. (beinleiðis reytt), Jón Krosslá Poulsen, FC Suðuroy, 74. (2 gul)

 

EB/Streymur-AB 0-0

 

Víkingur-KÍ 3-3 (0-2)

0-1: Henry Heinesen br 8.

0-2: Páll A. Klettskarð 34.

1-2: Andreas Lava Olsen 50.

2-2: Súni Olsen br 65.

2-3: Páll A. Klettskarð 80.

3-3: sjálvmál 90.

Reytt kort: Jonas Flindt Rasmussen, KÍ, 58. (2 gul)

 

NSÍ-ÍF 3-1 (3-1)

1-0: Klæmint A. Olsen 13.

1-1: Karl Løkin 14.

2-1: Klæmint A. Olsen 23.

3-1: Jónhard Frederiksberg 25.

 

HB-TB 0-0

 

5. umfar

Skírisdag 2. apríl

Víkingur-FC Suðuroy

TB-NSÍ

AB-ÍF

HB-EB/Streymur

B36-KÍ