NSÍ missur møguliga landsliðsspælara

Nógv bendir á, at ein av drúgvastu landsliðsspælarunum í seinastuni er á veg úr NSÍ

Talan er um Pól Jóhannus Justinussen, sum hevur verið ein sannur brandur á vinstra kanti hjá landsliðnum seinnu dystirnar. Hann er sum skilst farin í arbeiði í Havn, og leitar eftir felagi tættari upp á høvðusstaðin.

 

Her hava feløg sum EB/Streymur og AB verið upp á tal. Tað skuldi verið undarligt, um ikki okkurt av hinum høvðusstaðarfeløgunum vísti landsliðsspælaranum áhuga. Pól Jóhannus Justinussen hevur røkt fleiri pláss á liðnum hjá NSÍ í ár. Hann hevur verið miðverji, vinstri bakkur, vinstri kantur og mitt á miðjuni, umframt at hann er skumpaður fram í álopið í onkrum dysti.

 

Serliga EB/Streymur leitar eftir styrki, nú tað sær út til, at Pætur Dam Jacobsen og Levi Hanssen eru í samband við onnur feløg. Pætur Dam Jacobsen er í samráðingum við Skála, meðan Levi Hanssen er upp á tal í Víkingi og HB.