NSÍ mannar seg upp

Fyri aðru ferð í fýra dagar fáa argjamenn seinnapartin vitjan av liði av Skálafjørðinum

Tað er stutt millum vitjanirnar á Argjum av liðum á Skálafjørðinum. Fyri stórum tveimum vikum síðani var Skála gestur, og tá vann AB 2-1. Skírisdag vann AB í steypakappingini á B68, sum eftir longda leiktíð noyddist inn aftur við 4-2 tapi.

 

Og í dag eigur NSÍ møguleikan at vita, um tað kann eydnast at vinna ímóti AB inni í Vika.

 

Mótbrekkan hevur higartil verið øgilig hjá NSÍ, sum hóskvøldið varð varpað úr steypakappingini av B36, sum vann 4-1 í Runavík.

 

Í Runavík royna tey at manna seg upp. Manningarliga sær tað frægari út, enn tað leingi hevur gjørt, og í sosialu miðlunum verður heitt á NSÍ fjepparar um at møta upp á Argjum í dag og stuðla teirra liði.

 

Í 4-1 steypatapinum ímóti B36 hóskvøldið var Búi Egilsson fyri fyrstu ferð í ár millum teir fyrstu ellivu.

 

Í AB verður í spenningi bíðað eftir, at nýggi ukreinski spælarin, 25 ára gamli Oleksandr Snishko, verður tøkur. Rógvi Poulsen, Rógvi Skaala og Jákup Pauli Breckmann eru skaddir, og tað er ivasamt um Rói Nielsen og Jobin Drangastein, sum skírisdag fyri fyrstu ferð í ár var á liðnum – hann var skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki – eru nóg væl fyri at spæla í dag.