Vegna leikbann og skaðar skal verjan hjá NSÍ umskipast til dystin í dag. Hóast Klæmint A. Olsen hevðu brúdleyp í nátt, so hevur hann meldað seg kláran til dystin. Á Argjum eru allir menn klárir.
Einar Tróndargjógv hevur leikbann og Andras Brixen Vágsheyg er skaddur í lýskuni. Tí skal verjan umskipast. Helst koma Per Langgard og Monrad Holm Jacobsen inn í verjupartin. Liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen bleiv í gjár giftur og hevði brúdleyp. Hann hevur meldað seg tøkan til dystin í dag. Hin møguleikin er at geva Haraldi R. Højgaard fyrsta dystin frá byrjan.
NSÍ hevur annars fingið fatur á rætta endanum, men tapti mikukvøldið samanlagt fyri Víkingi og kom ikki í steypafinaluna.
Runavíkingar er upp í móti formsterkasta liðnum í Effo-deildin, sum er AB. Men AB hevur ikki vunnið ein dyst á útivølli enn, so tað er kanska ikki so ræðandi fyri NSÍ at fáa argjamenn á vitjan. Allir menn eru tøkir hjá AB.
Dysturin á Toftum millun NSÍ og AB byrjar klokkan 17. Sagt verður beinleiðis frá dystinum á Rás2, umframt at fótbóltssendingin, 3. Hálvleikur, verður á skránni.
Effo-deildin – 19. umfar:
HB – Víkingur: 15.00
EB/Streymur – TB: 15.00
07 Vestur – B36: 15.00
NSÍ – AB: 17.00 (Beinleiðis á Rás2)