NSÍ leitar eftir miðverja

Nógv bendir á at danskur miðverji kann koma at styrkja um liðið hjá NSÍ

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

Nýggi NSÍ venjarin, Anders Gerber, sum kemur til landið seinni í hesum mánaðinum, arbeiðir í løtuni við at finna danskar leikarar til NSÍ.

 

Tað siga vælvitandi keldur hjá Miðlahúsinum. Nýggi NSÍ venjarin er serliga áhugaður í at knýta ein nýggjan miðverja afturat felagnum, og sum skilst eru útlit fyri, at ein danskur miðverji kann fara at gera sáttmála við NSÍ. Men tað er enn ov tíðliga at seta navn á, hvør nýggi leikarin kann vera.

 

NSÍ endaði í farna kappingarárið á øðrum plássið í Effo-deildini, umframt at felagið vann silvur í kappingini um Løgmanssteypið.

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul