90. min: 2-2. Dysturin við Løkin er av, og úrslitið gjørdist javnleikur 2-2. NSÍ hevur nú 21 stig, meðan ÍF hevur 17 stig. Tey liggja enn á ávíkavist fjórða og sjeynda plássi.
87. min: Ari Ellingsgaard hevur góðan málmøguleika fyri ÍF, har han rakar báðar stengurnar.
80. min: Framvegis 2-2, men tað er heimaliðið, ið trýstir á fyri at fáa sigursmálið.
64. min: 2-2. Eftir verjuvillu frá NSÍ gerst Clayton Soares leysur og javnar til 2-2.
57. min: 2-1 til NSÍ. Eftir innlegg úr vinstru stendur Klæmint Olsen enn einaferð á rætta staðnum.
50. min: NSÍ hevur skift út í hálvleikinum. Per Langgaard er farin út við skaða, og inn er komin Meinhard Olsen.
Hálvleikur við Løkin. Klæmint Olsen legði NSÍ á odda, meðan Clayton Soares javnaði eftir 38 minuttir. NSÍ hevur misbrúkt ein risamøguleika, meðan ÍF hava dúvað upp á skjótálop.
38. min: 1-1. Clayton Soares. Eftir gott frísparksinnlegg frá Karl Løkin eydnast tað Clayton Soares at javna fyri ÍF, eftir eitt sindur av trunkaspæli í feltinum.
35. min: Clayton Soares stendur á fimmmetrinum og skallar eftir innlegg, men Andras Gango bjargar.
27. min: 1-0 til NSÍ. Klæmint Olsen leggur heimaliðið á odda. Eftir gott upplegg frá Andy Olsen, eydnaðist tað Klæminti Olsen at lyfta bóltin upp um málverjan hjá ÍF, Jákup Mikkelsen.
21. min: NSÍ misnýta risa møguleika. Sjúrður Jacobsen spælir Klæmint Olsen ígjøgnum og hann gerst leysur við Jákupi Mikkelsen, men skjýtur framvið málinum.
15. min: NSÍ er meiri á bóltinum, meðan ÍF hóttir upp á skjótálop. ÍF er enn tað vandamiklara liðið.
5. min: Íf er byrjað betur. Høgni Zachariassen skeyt framvið úr góðari støðu. Løtu seinni bjargaði NSÍ á strikuni, eftir at Bartal Eliasen skallaði bóltin móti málinum eftir hornaspark.
NSÍ liggur undan dystinum á fjórða plássi við 20 stigum, meðan ÍF liggur á sjeynda plássi við 16 stigum. NSÍ tapti tepurt á heimavølli móti HB seinasta vikuskifti, meðan ÍF fekk ein sterkan sigur á útivølli móti EB/Streymi.
NSÍ skulu helst vinna, fyri ikki at dragna ov langt frá oddinum, men eingin ivi er um, at fuglfirðingar hava størri vónir til kappingarárið, enn tað 7. plássið teir liggja á í løtuni.
Uppstillingarnar eru hesar:
NSÍ: Andreas Gango - Jonhard Fredriksberg, Jákup Andrias Gaardbo, Per Langgaard, Einar Hansen - Árni Fredriksberg, Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen, Andy Olsen - Jann Martin Mortensen, Klæmint Olsen.
ÍF: Jákup Mikkelsen - Frank Poulsen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Áki Petersen - Karl Løkin, Fritleif í Lambanum, Høgni Zachariassen, Dánial á Lakjuni, Nenad Saric - Clayton Soares.