NSÍ hevur svenska vitjan

Betri deildin menn: NSÍ hevur í løtuni vitjan av svenskum miðvallara

NSÍ hevur í løtuni vitjan av svenska miðvallaranum Konrad Gustavsson. Hann er 26 ár og hevur spælt í næstbestu og triðjbestu deildini í Svøríki.

 

- Vit hyggja rundanum okkum og leita eftir spælarum. Konrad Gustavsson er við okkum hesa vikuna og so fáa vit at síggja hvat tað blívur til, sigur Karstin Joensen, formaður í NSÍ.

 

NSÍ er uppflytari og hevur gjørt nakað av broytingum til komandi kappingarár. Nýggjur venjari er svenski Jens Vedeborg. Tilgongdin telur Klæmint A. Olsen, Jasper Van Der Heyden, miðverjan James Drye og svenska Adi Terzic.

 

Formaðurin leggur afturat, at tað verður framvegis leitað eftir spælarum, men at tað verður ikki nøkur innrás av spælarum fram til kappingarbyrjan.