Nógvir av teimum, sum hava verið roknaðir at eiga fast pláss á NSÍ liðnum, eru skaddir. Millum hesar er NSÍ liðformaðurin og toppskjúttin Klæmint A. Olsen.
Í dag vann NSÍ 4-3 á útivølli ímóti EB/Streymi.
Tað er stórur fagnaður í NSÍ um kærkomna og søta sigurin. Og í kvøld hava tey uppaftur meiri at fegnast um í NSÍ.
Felagið skrivar soleiðis í kvøld:
NSÍ hevur gjørt sáttmála við Kristian Andersen úr Danmark. Kristan hevur leikt síni ungdómsár í Brøndby, har hann fekk sínar fystu á besta liðnum hjá Brøndby.
Síðani hevur hann spælt við HB Køge í Danmark, Brage í Svørríki, Kolding IF í Danmark og seinast í Finlandi við Kokkolan PV.
Kristian er 27 ára gamal, og er ein royndur tekniskur leikari, sum kann spæla á flest øllum offensivu plássinum.
Vit eru fegin um at hava fingið ein royndan leikara í hópin, og fer hann heilt víst at hjálpa okkara unga hópi í ár. Vit ynskja Kristian vælkomnum til felagið, og bestu eydnu.